September
Appearance
| << | september 2026 | >> | ||||
| Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
| 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | |
| 7 | 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 |
| 14 | 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 |
| 21 | 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 |
| 28 | 29 | 30 | ||||
| MMXXVI | ||||||
September er 9. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 4 mánaðum, sum hava 30 dagar.
Heitið á mánaðinum kemur av latínska orðinum septem, ið merkir sjey. September var nevniliga sjeyndi mánaðin í gamla rómverska kalendaranum, har árið byrjaði 1. mars.
Hendingar í september
[rætta | rætta wikitekst]- 1. september 1958 – Ísland víðkar fiskimarkið og Toskastríðið ímóti Stóra Bretlandi byrjar.
- 1. september 1969 – Muammar Gaddafi kemur til valdið í Libya.
- 1. september 1972 – amerikanski Bobby Fischer gerst heimsmeistari í talvi, tá hann vinnur á russiska Boris Spassky í serligum talvdysti í Reykjavík.
- 1. september 1984 – Sjónvarp Føroya verður alment tikið í brúk.
- 1. september 1985 – vrakið av skipinum Titanic verður funnið á botninum á Atlantshavinum.
- 1. september 2015 – Løgtingsval í Føroyum.
- 2. september 1752 – Stóra Bretland fer at brúka Gregorianska kalendaran næstan 200 ár aftan á restina av Vesturevropa.
- 2. september 1807 – bretski flotin bumbar Keypmannahavn í roynd at forða danskarum at yvirgeva flota sín til Napoleon.
- 2. september 1811 – háskúlin í Oslo verður settur á stovn sum Kongaligi Fredericks Háskúli.
- 3. september 1967 – "H-dagurin" í Svøríki. Ferðsla broytist yvir í koyring á høgru vegsíðu.
- 6. september 1968 – Svasiland verður sjálvstøðugt
- 6. september 1991 – Leningrad í Russlandi skiftir navn til Sankta Pætursborg.
- 11. september 1919 – amerikanski flotin ger innrás í Honduras,
- 11. september 2001 – yvirgangsatsókn: 2996 fólk lata lív, tá yvirgangssamtakið Al-Qaeda tekur yvir fýra flogfør og brotlendir tey í báðar bygningar World Trade Center , Pentagon og tann síðsta á eini mark í Pennsylvania, USA.
- 17. september 1983 – Perlan í Vágsbotni verður tikin niður.
- 20. september 1519 – portugisiski sjófarin Ferdinand Magellan byrjar sína fyrstu siglingarferð um knøttin.
- 22. september 1761 – Georg III av Stórabretlandi og Charlotte av Mecklenburg-Strelitz verða krýnd kongur og drotning av Stórabretlandi og Írlandi.
- 22. september 1862 – amerikanski forsetin Abraham Lincoln lýsir trælirnar í amerikansku suðurstatunum sum fræls menniskju frá 1. januar 1863.
- 25. september 1237 – í York verður millumlandasáttmáli undirskrivaður, ið staðfestir markið millum Ongland og Skotland
- 29. september 1789 – amerikanska kongressin hittist fyri fyrstu ferð.
- 29. september 1903 – Preussen verður fyrsta land í heiminum, ið krevur at øll, ið eiga akfar, skulu hava koyrikort.
- 30. september 1966 – íslenska sjónvarpið RÚV sendir fyri fyrstu ferð.
| Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |

