Desember
Appearance
| Nov - Des - Jan | ||||||
| Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
| 1 | 2 | 3 | 4 | |||
| 5 | 6 | 7 | 8 | 9 | 10 | 11 |
| 12 | 13 | 14 | 15 | 16 | 17 | 18 |
| 19 | 20 | 21 | 22 | 23 | 24 | 25 |
| 26 | 27 | 28 | 29 | 30 | 31 | |
| Kalendari fyri 2026 Allir dagar | ||||||
Desember er 12. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og ein av 7 mánaðum, sum hava 31 dagar.
Heitið á mánaðinum kemur av latínska orðinum decem, ið merkir tíggju. Desember var nevniliga tíggjundi mánaðin í gamla rómverska kalendaranum, har árið byrjaði 1. mars.
Hendingar í desember
[rætta | rætta wikitekst]- 1. desember 1867 – Kunoyar kirkja verður vígd.
- 1. desember 1918 – Ísland fær fullveldi, men verður partur av Danmark til 1944.
- 1. desember 1955 – afroamerikanska Rosa Parks gerst heimskend, tá hon noktar at geva setur sítt til ein "hvítan ferðandi", tá bussurin var fullur í Alabama, USA.
- 2. desember 1971 – Abu Dhabi, Ajman, Fujairah, Sharjah, Dubai og Umm al-Quwain sameinast í Sameindu Arábisku Emiratinar.
- 2. desember 1976 – Fidel Castro gerst forseti í Kuba.
- 2. desember 1993 – kolumbiski rúsevnakongurin Pablo Escobar verður skotin til bana.
- 3. desember 1818 – Illinois gerst 21. statur USA.
- 3. desember 2011 – leingingin av flogbreytini á Vága Floghavn frá 1.200 m til 1.799 m er liðug.
- 4. desember 1676 – bardagin um Lund: danski herurin leypur á Svøríki.
- 4. desember 1954 – tann fyrsta Burger King-matstovan letur upp í Florida.
- 5. desember 1952 – tjúkk toka leggur seg yvir London, blandast við luftdálkingini, og í minsta lagi 12.000 fólk doyggja næstu vikur og mánaðir.
- 6. desember 1917 – Finnland fær fullveldi frá Russlandi.
- 6. desember – tjóðardagur Finnlands
- 7. desember 1856 – Haldarsvíkar kirkja verður vígd.
- 7. desember 1941 – skipið Sauternes, vanliga nevnt Jólaskipið, gongur burtur í Fugloyarfirði.
- 7. desember 1941 – japansk flogfør leypa uttan ávaring á amerikansku herflotastøðina Pearl Harbor á Hawaii í Kyrrahavinum. Hetta er beinleiðis atvold til, at USA fer upp í Seinna Heimsbardaga.
- 7. desember 1995 – dómkirkjan í Roskilde kemur upp á listan hjá UNESCO yvir mentanarskattirnar í heiminum.
- 8. desember 1907 – Gustav V gerst kongur av Svøríki.
- 8. desember 1974 – fólkaatkvøða avtekur kongsvaldið í Grikkalandi.
- 8. desember 1980 – John Lennon verður skotin til deyðis uttanfyri bústað sín í New York City.
- 9. desember 1979 – virusið pokur ella koppar verður staðfest útdeytt. Hetta er fyrstu og einastu ferð, tað er eydnast at útrudda eitt menniskjavirus.
- 10. desember 1901 – fyrsta Nobelvirðislønin verður veitt í Svøríki.
- 10. desember 1936 – Edward VIII kongur av Bretlandi sigur frá sær trúnuna fyri at kunna giftast Wallis Simpson.
- 10. desember 1948 – mannarættindayvirlýsingin verður samtykt av Sameindu Tjóðum.
- 10. desember 1963 – Sansibar fær fullveldi frá Bretlandi.
- 10. desember 2002 – Vágatunnilin letur upp.
- 11. desember 1816 – Indiana gerst nítjándi statur USA.
- 11. desember 1941 – Seinni heimsbardagi: Týskland og Italia melda kríggj ímóti USA, sum samstundis meldar kríggj aftur í móti somu londum.
- 12. desember 1911 – Delhi tekur yvir frá Calcutta sum høvuðstaður India.
- 12. desember 1932 – í sambandi við umbygging verður Haldarsvíkar kirkja endurvígd.
- 12. desember 2007 – Vágaportalurin verður settur á stovn.
- 25. desember – jóladagur
| Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |

