close
Jump to content

Nevnd

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ein nevnd er ein bólkur av fólki valdur, skipaður til at fyrireika ella granska ávís viðurskifti. Til dømis er ein nevnd í einari fyritøku tað næst hægsta stjórnin í einari fyritøku, uppiyvur stjórnini sum nevndin ásetur, og undir aðalfundinum sum ásetur nevndina.

Nevndin skal røkja yvirskipaðu og strategisku leiðsluna. Nevndin skal tryggja:

  • eina fullgóða skipan av virkseminum hjá felagnum
  • nøktandi bókførslu og roknskaparframløgu
  • mannagongdir fyri váðastýring og innanhýsis eftirlit
  • at stjórnin útinnir sínar uppgávur á ein hóskandi hátt
  • at felagið hevur eina fullgóða kapitaltilbúgving
  • at nóg nógv gjaldføri er í felagnum til at kunna lúka skyldur felagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar

Síð eisini

[rætta | rætta wikitekst]